Hava gloymt McFadden

Teir tríggir Kian Egan, Mark Feehily og Shane Filan eru allir barndómsvinir, sum koma úr Sligo nærhendir Dublin. Nicky Byrne og Brian McFadden, sum var við í bólkinum fram til 2004, vóru ískoyti, sum Simon Cowell valdi sum krydd til bólkin. McFadden valdi tó at royna seg sum solistur í 2004, og í dag er hetta ikki nakað, sum limirnir í bólkinum tosa stórvegis um.