Hava gloymt foreldrini

Tað, sum politikarar hava gjørt, er steinur oman á byrðu hjá foreldrum

- Tað, sum undrar meg, er tað, sum manglar.

Tað sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Lærarafelagnum.

Í Skúlablaðnum undrast hann á, at tey, sum eru í barnsburðarfarloyvi, eru gloymd, nú Johan Dahl fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta barsilsskipanina.

Sum støðan er nú, fáa foreldur, sum eru í barnsburðarfarloyvi, ikki eftirløn av gjaldinum úr barsilsskipanini.

Tvørtur ímóti verðru gjaldið til pensjónir drigið frá gjaldinum úr barsilsskipanini.

- Vit eru øll tvingað at spara saman til okkara egnu eftirløn, staðfestir hann í Skúlablaðnum.

- Í fjør skuldu øll spara eitt prosent av lønini til eftirløn og í ár er tað tvey prosent. - Prosenttalið hækkar síðan eitt prosent um árið, heilt til allir løntakarar eru komnir á 15 prosent í pensjónsuppsparing.

Men ístaðin fyri at eftirlønargjaldið verður lagt afturat barsilsskipanini, verður tað drigið frá, og sosatt minkar gjaldið úr barnsburðargrunninum so líðandi.

 

- Tað vísir seg, at kvinnur hava truplari við at spara upp til pensjón enn menn, staðfestir Jónleif Johannesen.

 

Barsilsskipanin hevur givið stórt avlop hesi árini, men higartil er tað ikki komið skipanini til góðar, men er farið á fíggjarlógina.

Tilsamans hevur yvirskotið verið 57 milliónir hesi seinastu árini, og tað er alt farið á fíggjarlógina.

Men nú ætlar Johan Dahl at broyta skipanina so at yvirskotið skal verða verandi í skipanini, so at tað kann brúkast til at bøta um hana við.

 

- Tað, sum eg undrist mest á, er tann broytingin, sum manglar, sigur Jónleif Jóhannesen

 

Hann heldur, at nú avlopið skal verða verandi í barnsburðargrunninum, átti ein partur av yvirskotinum at farið til at eftirlønargjaldið til tey foreldur, sum fáa gjald úr grunninum

 

Tað undrar hann stórliga, at Barsilskipanin ikki brúkar ein part av avlopinum til at gjalda eftirløn til tey, sum eru í barsil.

 

Verður tað ikki gjørt, fer gjaldið úr barnburðargrunninum so líðandi at lækka 15 prosent.  

 

- Ein barnarík familja hevur sum er trupullt við fáa nóg góða eftirløn, tí mangan arbeiðir annar makin niðursetta tíð ella er heimagangandi fulla tíð, sigur Jónleif Johannesen.

 

- Ikki at leggja pensjónsuppsparing afturat barsilspengunum er steinur oman á byrðu hjá teimum fólkum, samfelagið hevur all stóran tørv á, leggur hann afturat.

 

- Tíðin at fremja hesa broyting er nú, meðan skipanin er í eini líðandi tilgongd. At bíða til eftirlønargjaldið er komið upp á 15 prosent, og tá rópa um, at eingir pengar eru til eftirlønargjald í barsilskipanini, er ein skeiv tilgongd, sigur Jónleif Johannesen.