Hava gjørt samstarv um barnaansing

Tvøroyrar, Hovs og Fámjins kommunur hava longt samstarvið á barnaansingarøkinum

 

Tíðindaskriv:

 

Á býráðsfundi í Tvøroyrar kommunu, tórsdagin 26. september, samtykti Tvøroyrar býráð einmælt at longja samstarvið á barnaansingarøkinum við grannakommunurnar Hov og Fámjin. Samstundis heitti býráðið á borgarstjóran, Kristin Michelsen, um at kanna møguleikarnar fyri at byggja barnagarðin Mýrifípan út.

Kristin Michelsen sigur, at hann fegnast um, at samstarvið er longt.

 

– Samstarvið millum kommunurnar hevur altíð verið gott og tað gleðir meg, at vit eru komin ásamt um at longja samstarvið, sigur hann.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi og Heidi Hammer, skrivari hjá Hovs kommunu, vóru á vitjan í barnagarðinum Mýrifípuni í Trongisvági í gjár. Kari Joensen, leiðari á barnaansingarøkinum í Tvøroyrar kommunu, vísti gestunum runt á barnagarðinum og greiddi frá mannagongdunum har.

 

##mrd2##

 

Umleið 160 børn hoyra til barnaansingarøkið í Tvøroyrar kommunu og gott 100 teirra halda til á Mýrufípuni.

Delmar Tausen sigur, at samband hevur verið millum kommunurnar alla tíðina, síðan tíðindini bórust um, at børnini í Hovs og Fámjins kommunum vórðu uppsøgd frá 1. oktober 2024. Hann sigur, at hann setti seg í samband við foreldrini í Hovi, ið vórðu ávirkað av hesum, og bað tey bíða við at taka nakra stóra avgerð alt fyri eitt. Heldur varð roynt at finna eina loysn, so børnini kundu halda fram í barnagarðinum í Trongisvági.

 

– Børnini eru fallin til, hava fingið vinir og trívast sera væl í Mýrifípuni, sigur hann.

 

Delmar Tausen er sera glaður fyri, at ein avtala er fingin í lag um at leingja samstarvið. Seks børn úr Hovi hava sína dagligu gongd í Mýrifípuni.

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at tað hevði sera stóran týdning at fáa hesa avtaluna upp í lag.

 

– Fámjins kommuna hevur við hesum tryggjað barnagarðspláss og ansing av børnunum í kommununi, og eg haldi, vit hava fingið eina góða loysn. Hetta tryggjar framtíðina hjá børnum okkara, sigur hann.

Avtalan, ið var undirskrivað í Mýrufípuni týsdagin, merkir, at sáttmálin kommununar millum er galdandi í trý ár, síðan er uppsagnartíðin eitt ár.