Sum eitt íkast til mentanarvikuna í Sunda kommunu hava skúlin í Hvalvík og Barnagarðurin við Kráir samstarvað um eina verkætlan, ið kallast “ Kvøða til sóknina”.
Kvøða til sóknina er ein sangur sum Eyðin Hansen, sáli, gjørdi á vetri 1993. Sangurin er ein kvøða til sóknina Hvalvík/Streymnes.
Næmingarnir saman við nøkrum børnum úr skúlabólkinum hava vant sangin Kvøða til sóknina og fara at framføra hann á skúlaloftinum.
Eisini hava øll børnini í felag arbeitt kreativt við íblástri úr sanginum.
Skúli og barnagarður bjóða øllum til hugnaløtu í dag klokkan 17.30, har verkætlanin verður sýnd fram.