Føroyar hava meira vaskinu tøka enn nakrantíð áður, og tað sæst eisini aftur á tølunum fyri koppsetingar.
Frá mánadegnum í síðstu viku til og við mánadagin hesa vikuna – tað vil siga í átta dagar – vóru 7.675 skamtar av koppingarevni latnir fólki í Føroyum.
Dagarnir hava verið ymiskir – tveir dagar hava verið undir 700 prik, nógvir omanfyri 1000 – men samanlagt er málið um at lata millum 7 og 8.000 prik mest sum nátt seinastu vikuna.
Tilsamans eru 57.501 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Koppsetingarbólkurin metir, at umleið 84.000 koppsetingar skulu gerast fyri at fáa flokkverju í Føroyum. Tað vil siga, at nú mangla umleið 26.500 prik.
Í gjár heittu bæði landslæknin og koronuráðgevin hjá Heilsumálaráðnum á fólk um at lata seg koppseta. Tekin vóru um, at fólk í summum aldursbólkum – serliga tey ungu og tey yvir 60 ár – ikki hava latið seg koppseta í nóg stóran mun.
Í løtuni er ovmikið av koppingarevni til, nóg mikið av starvsfólk eru at koppseta, og nógvar tøkar tíðir eru.











