Hava gjørt tvey uppskot um flogvøll í Suðuroynni

? Nú landsstýrið hevur sett sær fyri at kanna møguleikarnar fyri ferðafólkaflúgving til og úr Suðuroynni, hevur Tvøroyrar Býráð sett kanningar í verk, sum skal hjálpa landsstýrinum á leið

? Skulu vit hava nakað munagott ferðasamband til og úr Suðuroynni, er tað neyðugt at fara undir flúgving við ferðafólki.

Hetta var grundgevingin fyri, at Tvøroyrar Býráð herfyri einmælt samtykti at biðja Landsbyggifelagið kannað, um, og hvar tað ber til at gera flogvøll í Tvøroyrar Kommunu.

Men grundgevingin var eisini ein onnur.

Nevniliga, at landsstýrið hevur beinleiðis skrivað í samgonguskjalið, at møguleikarnir fyri ferðafólkaflúgving ímillum Suðuroynna og Havnina skulu kannast.

Kanningarnar hjá Landsbyggifelagnum eru nú lidnar, og úrslitið er handað landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge.

Eisini Tórshavnar Býráð arbeiðir við eini flogvøllarætlan úti á Glyvursnesi.

Og av tí at Tórshavnar og Tvøroyrar Býráð hava samanfallandi áhuga í hesum máli, vóru tað umboð fyri hesi bæði býráðini, sum herfyri fóru út í Landsstýrið saman at handa samferðslumálaráðharranum uppskotið.

Páll Vang, býráðsformaður leggur dent á, at hóast Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt kanningina, verður tað ikki talan um, at hon eisini fer undir at gera flogvøll á Tvøroyri.

? Ferðafólkasamband hevur altíð verið ein landsuppgáva og tað skal tað eisini verða frameftir.

? Vit hava bara tikið Landsstýrið uppá orðið og vilja við hesi kanningini hjálpa landsins myndugleikum á leið, sigur Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri.

Hann sigur, at landsstýrismaðurin takkaði fyri tilfarið.

? Men so er bara at vóna, at landsstýrið tekur málið í álvara og fer at arbeiða fyri málinum og setir fleiri kanningar í verk, leggur hann afturat


Tvey uppskot

landsbyggifelagið hevur gjørt tvey uppskot um flogvøll á Tvøroyri.

Báðir vøllirnir eru úti í Froðba, nakað innafyri tyrlupallin og inneftir.

Annar vøllurin er 650 metrar og hin er góðar 900 metrar og teir eru báðir asfalteraðir.

Páll Vang sigur, at leyðsligar kostnaðarmetingarnar siga, at vøllirnir kosta onkustaðni ímillum 50 og 100 milliónir.

Býráðsformaðurin sigur, at tað er alneyðugt við loftvegis ferðasambandi ímillum Suðuroynna og miðstaðarøkið.

? Skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um eina oljuvinnu, er tað alneyðugt við einum betri ferðasambandi við miðstaðarøkið og flogvøllin í Vágum, enn eitt samband við skipi kann geva okkum.

Í hesum sambandi forteur hann eina søgu um, hvussu gott ferðasamband oljuvinnan krevur.

? Einaferð, umboð fyri Tvøroyrar Býráð vóru í Esbjerg, skuldu vit eisini hitta Danbor, sum skal gera oljuhavn á Drelnesi.

? Tá ið vit komu út á Danbor um morgunin, tók varastjórin ímíti okkum. Hann harmaðist um, at stjórin ikki var til staðar sjálvur og hann harmaðist enn meiri um, at tað var ivasamt um tað fór at eydnast at hitta hann í Esbjerg aftur tann dagin.

?Støðan var tann, at Stjórin var farin úr Esbjerg sama morgun til Stavangur, har hann skuldi á fund fyrrapartin, og aftaná døgverða skuldi hann á fund í London, so tað var óvist um tað eydnaðist honum at sleppa heim aftur um seinnapartin.

Páll Vang heldur, at hetta er eitt talandi dømi um, hvussu oljuvinnan arbeiðir

Og hann heldur, at tað er onki meiri enn rímiligt, at farið verður undir innanoyggjaflúgving við flúgvara í Føroyum.

? Tað er verður gjørt alla aðrastaðni, so hví ikki í Føroyum eisini.

Hartil kemur, at flúgving við flúgvara er fleiri ferðir bíligari enn flúgving við Tyrlu, bæði í íløgum og rakstri.