Hava gjørt somu sparingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Fyri seks árum síðani fóru fysioterapeutarnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi niður í 2,5 størv, men ambulanta viðgerðin er ongantíð niðurløgd

Fyri seks árum síðani høvdu sparingar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við sær, at fysioterpeutdeildin fór úr 4,5 niður í 2,5 størv. Hetta hevur tó ikki havt somu álvarsligu fylgjur við sær, sum tað nú verður væntað, at sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahús fara at føra til.

Hóast summir sjúklingar eru fluttir frá sjúkrahúsinum til privatan fysioterapeut, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús framvegis nógvar ambulantar viðgerðir.

Í 1998 vóru fleiri enn 14.000 ambulantar viðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Umframt hetta tal hava tað verið stívliga 9.000 viðgerðir av fólki, sum hava verið innløgd.

? Øll tey fólkini, sum vit leggja undir skurð, fáa eftirviðgerð á sjúkrahúsinum, um tey hava brúk fyri fysioterapi. Og tey fólkini, sum skulu í hylin ella hava brúk fyri tólum, sum bara vit hava, sleppa eisini fram at hjá okkum, hóast tað er ambulant viðger, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahús.

Suðuroyar Sjúkrahús hevði í fjør umleið 22.000 fysioterapeutiskar viðgerðir, har av vóru umleið 14.000 ambulantar. Tað er hesin parturin av arbeiðnum hjá fysioterapeutin, sum má niðurleggjast, um sparingarnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi skulu gjøgnumførast.

Hildið verður ikki, at tað fer at bera til at halda fram við ambulantari viðgerð, tá talið á starvsfólkum verður skorið úr 3,9 niður í 2,5 fólk.


Bert ein maskinmann

Harafturat er ætlanin at siga einum maskinmanni upp, og tað heldur Bogi Djurhuus, yvirlækni á Suðuroyar Sjúkrahúsi, kann fáa álvarsligar fylgjur.

Í samrøðu við Sosialin hósdagin segði hann, at í ringasta føri kann sparingin fara at kosta mannalív.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur síðani fyrst í 90?unum bert havt ein maskinmann til arbeiðis.

? Vit umhugsaðu gjølla sparingina, men eftir at hava viðgjørt støðuna væl og virðiliga avgjørdu vit at spara ein maskinmann. Hetta hevur ongar trupulleikar givið okkum síðani, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

? Tað er ómetaliga sjáldan, at vit hava akuttar skurðviðgerðir uttan fyri vanliga arbeiðstíð, og tí er sannlíkið fyri, at nakað skal henda tólunum júst tá ógvuliga lítil. Tær ferðirnar, tað kundi hent okkurt, ber til at finna kvalifisera fólk at loysa trupulleikan.

? Enn hava vit ongantíð verið í námind av, at tað skuldi gerast ein trupulleiki fyri sjúklingar, at vit bert hava ein maskinmann, sigur hann.