Barnavernd
Tað er ikki Vágs Býráð, sum hevur seinkað arbeiðnum at finna semju um arnaverndina í Suðuroy. Tvørturímóti hava vit arbeitt av øllum alvi fyri at fáa gongd á málið.
Sølvi Andreasen er formaður í sosialu nevnd í Vágs Býráð og hann er alt annað enn samdur í tí, sum stóð á Portalinum leygardagin og í Sosialinum týsdagin um barnaverndina í Suðuroy.
Har varð sagt, at tær seks kommunurnar í Suðuroy tóku beinanvegin undir við, at tað skuldi vera ein barnavernd, men at Vágs Kommuna hevði drigið á, tí kommunan vildi heldur hava tvær barnaverndir í oynni.
Hetta er ikki rætt, tí Vágs Býráð tók longu í mai mánaða undir við tankanum um at fara í samráðingar um eina felags barnavernd í Suðuroy. Allar hinar kommunurnar tóku eisini rættiliga tíðliga undir hugsktonum um eina barnavernd.
Tað, sum ørkymlar málið er, at Hóast Tvøroyrar Býráð longu 11. apríl tók undir við, at tað skuldi vera ein barnavenrd, hevur býráðið ikki boðað hinum kommununum frá avgerðini fyrrenn beint nú.
Sostatt er tað Tvøroyrar Kommunu, sum vit hava bíðað eftir alla hesa tíðina, sigur Sølvi Andreasen.
Hann sigur, at Vágs Býráð hevur roynt at skumpa undir málið, men tá ið onki hendi, fór kommunan at kanna møguleikan fyri at skipa tvær barnaverndir og møguleikin varð eisini kannaður fyri at Vágs Kommuna kundu skipa engu barnavernd. Men tað skulu minst 1500 fólk verða til hvørja barnavernd og innlendismálaráðið vildi ikki gevaVágs Kommunu undantaksloyvi.
Men hesa tíðina, Tvøroyrar Býráð hevur drálað við at kunngera samtyktina um eina barnavernd, hevur tað ikki ligið á latu síðuni, tí tíðin er brúkt til at arbeiða fyri at skipa eina sosiala deild á Tvøroyri.
Býráðslimir á Tvøroyri hava ikki dult fyri at eitt endamál við tí er at hýsa umsitingini hjá teirri komandi barnaverndini.
Niðurstøðan hjá mær er, at Tvøroyrar Býráð hevur brúkt hetta málið til at leggja trýst á hinar kommunurnar við, serliga Vágs Býráð, tí tað er við beráddum huga, at teir hava bíðað við at siga hinum kommununum frá avgerðini, sigur Sølvi Andreasen.
------ Tvøroyrar býráð hevur nevniliga latið hinar kommunurnar vita, at nú verður sosiala deild á Tvøroyri og ein barnavernd undir henni og so eru hinar kommunurnar vælkomnar at samstarva um hana.
Verða hinar kommunurnar ikki við, skipar skipar Tvøroyrar Kommuna barnavernd kortini uttanum hinar kommunurnar, tí tað er hon nóg stór til, hava vit fingið vita, sigur Sølvi Andreasen
Formaðurin í sosialu nevnd í Vágs Býráð fýlist á slíka mannagongd.
Hetta er ikki samstarv, hetta eru kravboð, tí samráðingar hava ikki verið ímillum kommunurnar um barnaverndina, og tað er ikki fremjandi fyri samstarvið í Suðuroy annars, sigur hann.