Føroya Myndakalendari hongur í nærum hvørjum heimi í Føroyum, og eisini úti í heimi eru heimini mong, ið hava hendan kalendaran á vegginum. Kalendarin við myndevnum úr føroysku náttúruni er góður ambasadørur fyri Føroyar.
Hjúnini Jákup Andreas og Solveig Arge hava í 30 ár givið út Føroya Myndakalendara, men nú hava tey ætlanir um at gevast, og kalendari nummar 30 verður tann síðsti.
- Ein kona hevur júst verið inni á gólvinum og sagt, at vit mugu ikki gevast, tí hon kundi ikki vera kalendaran fyri uttan, men avgerðin er tikin, siga Jákup Andreas og Solveig, tá vit vitja tey á Argjum, har húsini standa væl fyri og við útsýni yvir Havnina og Havnarvág.
- Kalendarin er góður ambasadørur fyri Føroyar, og hann liggur ikki í eini skuffu, men kemur á veggin at hanga. Og so mugu tey hava nýggjan hvørt ár, tí merkið kemur í veggin, ið falmar av sólini, skemtar Jákup Andreas, men hann og Solveig siga bæði, at uttan úr heimi hava tey nogv sambond, ið bíleggja kalendaran ár eftir ár.
- Undirtøkan hevur verið sera góð øll árini, sigur Solveig.
Góður stuðul
Jákup Andreas fjalir ikki, at uttan konuna var onki, tí hon hevur øll árini stuðlað og havt umsiting og pappír undir hond.
Solveig sigur um mannin og myndamannin, at hann er sum fiskimenninir, tí hann veit altíð nær hann skal fara avstað og hvar.
- Og hann ger sær eisini ómak, tí hann er farin við flogfarinum hjá Hans Hansen ella við tyrlu, men altíð hevur hann turkað rútarnar bæði innan og uttan, áðrenn farið hevur verið avstað, sigur Solveig.
- Og hann hevur altíð havt góð myndatól, men tó hevur tað elsta, eitt Hasselblad, verið honum til mestu gleðina, sigur Solveig.
Spurd, um hon altíð hevur dugað at sæð virðið í myndunum, sigur Solveig, at hon altíð hevur dugað at sæð tað virðismikla í hesum, og at hon altíð hevur stuðlað, men at hon ongantíð hevur blandað seg í sjálvar myndatøkurnar.
Myndevnini tikin
Nú 30 kalendarar eru gjørdir, og nummar 30 er fyri 2009, so hava hjúnini gjørt av at gevast, men hetta merkir ikki, at Jákup Andreas gevst sum myndamaður.
- Hann hevur altíð myndatól við sær, sigur Solveig.
- Ja, tað situr so djúpt, játtar Jákup Andreas, ið brátt verður 77 ár, men honum hevur altíð dámt væl at ganga í náttúruni, og tað klárar hann enn, um enn beinini eru farin at bila eitt sindur.
- Men nú kalendarin fyri 2009 er gjørdur, so var eisini trupult at finna myndevnir, og Jákup Andreas vil altíð hava nýggj myndevnir til kalendaran, men nú eru øll brúkt, staðfestir Solveig.
Dokumentarfilmar
Annað í virkseminum hjá Jákup Andreasi er, at hann hevur verið við til at gera fleiri dokumentarfilmar.
Nevnast mugu filmurin frá sekstiárunum, Burtur á Heiði, sum er um torv og torvskurð. Jákup Andreas gjørdi filmin saman við Knud Gold í 1963-64, og teir gjørdu seinni eisini ein Føroyafilm. Filmur um korn er eisini gjørdur.
Tað var í tøkum tíma, at filmarnir um torv og korn vórðu gjørdir, tí hetta var alt við at hvørva, men øll arbeiðsgongdin er dokumenterað við filmsupptøkunum.
Tað kemur fyri, at fólk biða um eldri myndir til bókaútgávu, ella líknandi, men Jákup Andreas ætlar á ongan hátt at gevast sum myndamaður, hóast Føroya Myndakalendari nummar 30 verður tann síðsti.










