Hava gjørt neyðsemju um 40 milliónir krónur

SJÚKRAKASSAR Nú er tað loksins eydnast at finna semju um ognirnar hjá sjúkrakassunum, eftir at teir vórðu niðurlagdir og Heilsutrygd stovnað ístaðin

Eftir at hava samráðst í eitt heilt ár, hevur tað nú loksins eydnast at finna eina semju um, hvat skal henda við ognunum hjá teimum føroysku sjúkrakassunum eftir at teir vórðu niðurlagdir í vár og Heilsutrygd varð stovnað ístaðin.
Eftir drúgvar samráðingar, har tað leingi stóð í botni, er tað endað við eini millumloysn, har báðir partar fingu eitt sindur.
Eftir semjuni ímillum Heilsumálaráðið og umboð fyri teir 11 sjúkrakassarnar, skal peningurin setast í ein serligan Sjúkrakassagrunn, sum Heilsumálaráðið og Sjúkrakassarnir stovna í felag.
Endamálið við grunninum er at veita stuðul til átøk og verkætlanir at menna ymisk heilsuøki í Føroyum, sum annars ikki eru við í almenna heilsuverkinum annars.
Talan kann í hesum sambandi vera um gransking og upplýsing um ymisk heilsuviðurskifti, umframt annað virksemi.

Serlig trygging
Men annars kann nevndin fyri grunnin eisini gera av at seta 15% av stovnsfænum hjá grunninum í eina ískoytistrygging, sum fólk kunnu tekna seg til, fyri at hava eina eyka trygging til viðgerðir og heilivág, afturat tí, tey annars kunnu fáa frá almennu Heilsutrygdini.
15% av 40 milliónum eru seks milliónir, sum sostat kunnu setast í hesa serligu ískoytistryggingina.
Teir 11 sjúkrakassarnir skulu nú hava fund, at har skulu taka avgerða um teir taka undir við hesum ella ikki.
Tað skulu teir gera nú fyri jól.
- Taka sjúkrakassarnir undir við hesum, verður uppskot lagt fyri Løgtingið beinanvegin í januar mánaða, har grunnurin verður settur á stovn, staðfestir Aksel V. Johannesen.

40 mió

Ognirnar hjá sjúkrakassunum eru leyðsliga mettar at vera einar 40 milliónir krónur tá ið fastar ognir eru taldar upp í.
Tað var rættiliga stór ósemja um, hvat skuldi henda við ognunum eftir at sjúkrakassarnir vórðu niðurlagdir og Heilsutrygd varð stovnað.
Sjúkrakassarnir sjálvir vildur varðveita pengarnar til eina privata trygging, sum fólk skuldi kunna seta seg fyri sum eina eyka sjúkratrygging afturat almennu Heilsutrygdini.
Men hetta vildi Aksel V. Johannesen, landsstýsirmaður í heilsumálum, ikki hoyra talan um, tí hann helt, at ein slík trygging bara verður fyri tey múgvandi, sum hava ráð til at tryggja seg serliga væl, tí tað fara vanlig fólk ikki at fáa ráð til.
Ístaðin vildi hann hava peningin í grunn, sum skuldi fíggja gransking og aðrar verkætlanir, sum skuldu koma øllum til góðar.
Men sum tað sæst aðrari grein, er tað endað við eini neyðsemju, har báðir partar fingu eitt sindur.

5 manna nevnd

Nýggi sjúkrakassagrunnurin skal stjórnast av eini fimm mannanevnd.
Fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum skulu velja hvør sín lim í nevndini. Harafturat skal Meginfelag Teirra Brekaðu velja ein nevndarlim, Sjúklingaráðið skal velja ein lim og Heilsumálaráðið skal velja fimta nevndarlimin.
Hvørt valskeið er fýra ár, men tað fyrsta valskeiðið gongur til 1. apríl í 2014 og í fyrstu nevndini skulu sjúkrakassarnir hava tveir limir, so nevndin verður sjey limir tað fyrsta valskeiðið.
Nú eru pensjónistar tann aldursbólkurin, sum fær mest brúk fyri viðgerð og heilivági, so vit hava spurt Aksel V. Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hví ikki Landsfelag Pensjónistanna hevur fingið ein lim í nevndini.
- Tað er so eitt val, sum er tikið. Tað skuldu vera fimm fólk í nevndini og tí hava vit avtalað, at nevndin skal mannast soleiðis, sum nevnt.
Hann heldur eisini, at nevndin er soleiðis samansett, at hon umboðar rættiliga væl allar samfelagsbólkar, eisini pensjónistarnar.


Aksel nøgdur við úrslitið

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í almannamálum, er nøgdur við semjuna, sum er gjørd um ognirnar hjá sjúkrakassanum.
- Hetta er ein neyðsemja, sum eg væl kann liva við, tí hin møguleikin er at fara ígjøgnum eitt uppslítandi rættarmál, sigur hann.
Hann sigur, at upprunaliga kravdu sjúkrakassarnir at fáa allar ognirnar til eina privata sjúkratrygging.
Síðani slakaðu teir niður á helvtina og seinnu aftur niður á 20%.
Tað endaði so við, at nevndin kann avgerða at brúka 15% av grunninum til ein ískoytistrygging.
Men landsstýrismaðurin staðfestir, at nevndin er soleiðis samansett við umboðum fyri fakfeløg, sjúklingar og brekað, at hann væntar, at nevndin fer at hugsa seg væl um, áðrenn han fer undir eina skipan við eini ískoytistrygging, sum hann sjálvir ikki heldur er serliga samhaldsføst, men hinvegin bara verður fyri tey vælbjargaðu.
- So leingi, vit hava eina góða Heilsutrygd, er ikki neyðugt við eini ískoytistrygging. Tað verður ikki uttan so, at tað almenna niðurlagar Heilsutrygdina, at tað verður neyðugt, leggur hann afturat.