Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, sigur, at teir hava gjørt eitt sindur meiri burturúr tí taktiska til venjing fram ímóti finalunum.
– Vit hava gjørt sum til allar dystir, men sjálvandi hava vit gjørt meiri burturúr taktiskt. Tað er jú finala. Men vit hava spælt ímóti hvørjum øðrum so ofta og kennast so væl, at tað er ringt at taka teir á bóli. Vit hava fyrireikað okkum væl upp á at vit skulu vera skarpir hesar dystirnar, sigur Henrik Gerster.
Bróta liðspælið
Henrik Gerster vísir á, at tað er umráðandi hjá teimum at royna at bróta liðspælið hjá KÍF.
– Vit skulu upp ímóti einum sera væl samanspældum liði. Teir hava góðar leikarar á øllum plássum og eingin kann peika á eina síðu, har teir eru veikari enn í hinari síðuni. Eitt ógvuliga homogent lið við fáum veikleikum, vísir Henrik á um KÍF.
– Allir eru fit for fight. Fyri fyrstu ferð í longri tíð sær tað gott út á tí økinum, sigur Henrik Gerster vísandi til mongu skaðarnar VÍF hevur drigist við, men nú – í tøkum tíma – hevur allar mans tilreiðar.