Í gjár fekk løgreglan fýra fráboðanir um, at herverk varð gjørt á bilar í Havn.
Tað er óvist, akkurát nær, herverkini eru framd, men talan er um, at dekk eru kruvd og at bilar eru skøvaðir til.
Løgreglan veit heldur ikki, um samanhangur í ímillum herverkini, men tey eru ikki øll í sama grannalagi.
Og fyribils veit løgreglan heldur ikki, hvør hevur framt tey.
Í gjár varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í høvuðsstaðarøkinum. Hann varð tikin á hjólum, sum løgreglan sigur, og tað merkir, at hann varð tikin í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni.











