Hava gjørt fýra ára sáttmála

Fyri løtu síðani gjørdist greitt, at Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Elfelagið SEV eru komin ásamt um at gera ein 4 ára sáttmála Samráðingar í knappliga 100 tímar hava nú givið eina semju millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Elfelagið SEV øðrumegin og Starvsmannafelagið hinumegin.

Semjan ber í sær ein fýra ára sáttmála, ið fevnir um tíðarskeiðið frá 1. oktober 2006 til 1. oktober 2010. Hetta er eitt munandi longri tíðarskeið enn í undanfarnum sáttmálum, ið hava fevnt um eitt ella tvey ár.

Fyrsta árið er karmurin 1,7 prosent, og tey fylgjandi árini er hækkingin 3 prosent árliga. Arbeiðsgevararnir meta hækkingina vera rímiliga, tí hon skuldi ikki nervað føroyska kappingarførið. Harumframt eru umflokkingar gjørdar.

Somuleiðis eru broytingar gjørdar, soleiðis at praktikkvegleiðarar kunnu fáa eina viðbót fyri at vegleiða praktikantum á almennum arbeiðsplássum.

Eitt treytað protokollat er partur av semjuni við Starvsmannafelagið. Í stuttum merkir protokollatið, at Fíggjarmálaráðið saman við fakfeløgunum vil finna fram til almennar reglur um, hvussu almenn størv skulu verða flokkað og lønt.