Hava gjørt avtalu við danska Javnaðarflokkin

Formaður og fólkatingsmaður Javnaðarfloksins hava um vikuskiftið lagt floksins arbeiði á fólkatingi til rættis. Hesum boðar flokkurin frá í tíðindaskrivi í morgun.

Formaður og fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen og Sjúrður Skaale, hava um vikuskiftið havt fundir við leiðsluna í danska Javnaðarflokkinum - fyrst við Carsten Hansen, formann í tingbólkinum, og síðani Helle Thorning Schmidt, forkvinnu í flokkinum. Tingingarnar endaðu við, at ein avtala varð gjørd millum partarnar sum sigur, at Javnaðarflokkurin verður sjálvstøðugur flokkur á fólkatingi, men at hann verður í tøttum samstarvi við danska Javnaðarflokkin.

Sostatt er greitt, at Sjúrður Skaale:

- er partur av reyða blokkinum á Fólkatingi, men at tað stendur honum frítt at atkvøða sum hann vil í øllum málum,

- hevur síni egnu starvsfólk undir sær,

- hevur atgongd til allar bólkafundir og øll tiltøk annars - bæði innlendis og altjóða – hjá danska Javnaðarflokkinum,

- hevur samband við framsøgufólk og ráðharrar - herundir forsætisráðharran - hjá danska Javnaðarflokkinum um mál, sum viðvíkja Føroyum,

- umvegis danska Javnaðarflokkin fær atgongd til allar tingnevndir, tá mál av týdningi fyri Føroyar eru til viðgerðar,

- kann samstarva frítt við aðrar flokkar - herundir vera við í samstarvi sum tí, ið verið hevur í Norðuratlantsbólkinum.

Á fundunum vóru eisini fleiri ítøkilig, politisk mál umrødd - eisini mál, har hugsast kann, at Danmark og Føroyar ikki hava somu áhugamál. Avgjørt varð, at tættur dialogur skal vera um hesi málini, soleiðis at tey kunnu loysast á nøktandi hátt fyri allar partar.

Harumframt hava Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale um vikuskiftið havt samrøður við fólk, sum møguliga skulu starvast fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, eins og tingingar hava verið við hini umboðini úr Norðuratlantshavi um, hvussu samstarvið millum hesi skal skipast. Hetta kemur eftir ætlan uppá pláss týsdagin.

Formaður og fólkatingsmaður Javnaðarflokins eru sera væl nøgdir við tað, sum er komið burturúr um vikuskiftið.

– Vit hava nú lagt arbeiðið soleiðis til rættis, at vit fáa maksimalt burtúr fólkatingsessinum. Bæði tá tað snýr seg um politiska ávirkan, og tá tað snýr seg um upplýsing og at umboða føroysk sjónarmið í Danmark og aðrastaðni, siga teir.

Javnaðarflokkurin á fólkatingi er longu farin undir ta fyrstu, stóru politisku uppgávuna, sum er at fáa til vega próvgrundir fyri, at Føroyar eiga rætt til ein munandi størri part av makrelkvotuni í Norðuratlantshavi enn hana, sum ES og Noreg vilja tilluta Føroyum.

– Hetta er fyrst og fremst eitt mál fyri landsstýrið, men Javnaðarflokkurin vil fegin nýta teir góðu møguleikar, sum fólkatingssessurin og tætta samstarvið við danska stjórnarflokkin geva, til at stuðla landsstýrinum í hesum máli. At ávirka og broyta støðuna hjá fyrst donskum myndugleikum og síðani ES er ein sera krevjandi uppgáva, og tí mugu allar kreftir arbeiða saman, siga Aksel Johannesen og Sjúrður Skaale.