Vit eru í løtuni staddir á Caesarean Tennis Club, har teir føroysku tennis leikararnir fara at kappast í oyggjaleikunum.
Pætur M. Dahl, ein av føroysku tennis leikarunum, greiðir frá, at teir føroysku tennis leikararnir hava fyrireikað seg so væl sum gjørligt, men at umstøðurnar at spæla tennis ikki hava verið av teimum bestu. Serliga er tað veðrið, ið hevur spælt fyrireikingunum eitt puss, har teir ikki hava fingið vant so nógv úti. Undan leikunum á Bermuda fyri tveimum árum síðani var veðrið munandi betri.
Hann sigur tó, at ein av teimum nýggju leikarunum á tennis liðnum, Nicholas Petersson, ið er hálvur føroyingur, er ein styrkur hjá teimum føroysku tennis spælarunum.
- Nicholas Petersson hevur vant við okkum hesa seinastu tíðina uppundir oyggjaleikirnar, og tað hevur beinavegin hækkað støðið á venjingunum, so vit hava góðar vónir fyri honum.
Føroyar hevur fingið eitt heldur óheppið lutakast í innleiðandi umfarinum í liðkappingini, har teir føroysku tennis leikararnir skulu spæla móti Bermuda, ið er eitt av sterkastu londunum í kappingini. Í løtuni spælir Nicholas Petersson fyrsta dystin fyri Føroyar.