Hava funnið týningarevni í te

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað kann ikki útihýsast, at tað er heilsuskaðiligt

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av te, sum heur verið at fáa til keyps í handlum í Føroyum. Talan er um "Grøn te med kvæde" frá Rema 1000 og orsøkin til ávaringina er, at tað er staðfest við kanningum, at tað eru ov stórar nøgdir av týningarevninum, chlorpyrifos, í tí.

 

Talan er um Rema 1000 Økologisk Grøn te m/Kvæde. Pakkarnir viga 100 gramm og teir eru pakkaðir 9. mars í ár. Teir eru merktir at vera best fyri 9 mars í 2023.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað kann ikki útihýsast, at hetta týningarevnið er heilsuskaðiligt. Eitt nú skriva danska matvørueftirlitið, at illgruni er um, at tað kann elva til ADHD, autismu og til, at fostur og børn ikki mennast líka væl, sum tey eiga.