Hava funnið stolna bilin

Men løgreglan leitar enn eftir vitnum, ið møguliga hava sæð tjóvin ella bilin í nátt.

Fyrr í morgun skrivaði in.fo, at løgreglan leitaði eftir einum hvítum Mercedes-Benz Vido, ið varð stolin í Havn í nátt.


Fyri løtu síðani fekk løgreglan eina fráboðan frá einum av okkara lesarum, ið hevði sæð bilin aftanfyri Albert Hall á Argjum.


Tó at bilurin er funnin, so ynskir løgreglan enn at finna viðkomandi, ið fór avstað við bilinum í nátt.


- Vit vilja enn gjarna hoyra frá vitnum, ið møguliga hava sæð bilin ella tjóvin í nátt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, ið eisini upplýsir, at eigarin av bilinum fær eina bót fyri ikki at hava tryggjað bilin nóg væl.