Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti einum slagi av te, sum eisini er at fáa í Føroyum. Talan er um eitt slag av te frá Ängelmark, sum annars skuldi verið trygdin fyri vistfrøðiligum og burðardyggum vørum.
Men nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti te frá Ängelmark, nevniliga »Ängelmark økologisk kamille te«. Talan er um pakkarnar, sum viga gramm og sum eru best fyri 05.05.2024.
Orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv av evninum, pyrrolizidin alkalodier, í vøruni. Tað er eitt nátrúrligt plantueitur, men í hesum slagi av te er ov nógv av hesum evnunum.
Heilsufrøðiliga Starvsstova sigur, at í longdini kunnu fólk, sum eta matvørur við ov nógvum av hesum evnunum í, verða í størri vanda fyri at fáa krabbamein. Tey, sum liggja inni við hesum ávísu tepakkunum, eiga ikki at drekka teir, men at koyra teir í skrell, ella at fara aftur í handilin við við.