Nú SEV er farið undir at byggja SEV verkið í Vági út, eru tey komin fram á gamalt dynmitt, sum ongantíð varð sprongt.
Dynamittið er funnið í einum útgrevstri í sambandi við útbyggingina, sum hevur til endamáls at økja um motororkuna á verkinum. Dynamittið hevur ligið undir jørð eystanfyri Vágsverkið síðani 1981, tá ið SEV fór í holt við at byggja verkið.
Av trygdarávum er útbyggingararbeiðið steðgað fyrbils, meðan kannað verður, hvussu nógv ósprongt dynamitt liggur fjalt í jørðini, og hvussu arbeiðið kann halda fram undir tryggum umstøðum.
Í løtuni verður hellan reinsað og spulað við vatni, so yvirlit fæst yvir, hvussu umfatandi økið við ósprongdum dynamitti er.
Síðani verður staðið kannað nærri, áðrenn avgjørt verður, hvussu farast skal fram í málinum, sigur SEV.
|