Hava funnið orsøkina til leirskriðulopið

Tíggju fólk og eitt óføtt barn lótu lív, tá ein miljón rúmmetrar av jarðartilfari leyp undan íbúðarøkinum í Gjerdrum í Noregi hin 30. desember í fjør.

 

 

Aftenposten veit nú at siga, at nevndin, sum varð sett til at kanna ógvusliga leirskriðulopið í Gjerdrum í Noregi, nú hevur gjørt sær sína niðurstøðu um orsøkina til hendingina.

 

Formaðurin í nevndini, Inge Ryan, sigur við heimasíðan, at fyrsti partur av frágreiðingini verður lagdur fram hin 29. september.

 

Lagt verður aftrat, at fyrsti partur av frágreiðingini snýr seg um orsøkina til leirskriðulopið, og næsti partur snýr seg um, hvussu kann byrgjast kann upp fyri leirskriðulopum í Noregi.

 

Næsti partur av frágreiðingini hjá nevndini skal leggjast fram í seinasta lagi hin 31. januar í 2022.

 

Sambært Aftenposten hevur nevndin, sum kannar leirskriðulopið, sett seg inn ein hóp av skjølum um byggimál og jarðfrøðiligar frágreiðingar.

 

Nevndin hevur eisini snakkað við fleiri av teimum, sum yvirlivdu skriðulopið, eins og nevndin hevur snakkað við fólk, sum hava havt ein leiklut í útbyggingini av økinum.

 

Tíggju fólk og eitt óføtt barn lótu lív, tá ein miljón rúmmetrar av jarðartilfari leyp undan íbúðarøkinum í Gjerdrum í Noregi hin 30. desember í fjør.