Á Aliráðstevnuni fríggjadagin, varð avdúkað, hvør var besta smoltstøð og besta alistøð á sjónum í farna ári.
Vinnuhúsið skrivar á síni heimasíðu, at besta smoltstøð, var smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum, og besta alistøð á sjónum var alistøðin hjá Hiddenfjord á Sørvági.
Besta smoltstøðin verður vald eftir, hvør hevur haft lægst byrjanarfelli á sjónum, og besta alistøð á sjónum verður vald eftir einum effektivitetsindeksi, har vøkstur og fóðurfaktor verða samanborin.
Vinnuhúsið sigur, at tey, sum vóru við í kappingini vóru ringar, sum vórðu tiknir seinasta árið.
- Tað var merkisvert, at fimm av alistøðunum á sjónum komu við á topp-15 listan yvir øll tey bestu úrslitini í søguligum høpi, so kappingin var hørð í ár, sigur Vinnuhúsið
Úrslitini vóru annars hesi:
Besta smoltstøð:
1. Marine Harvest Hellurnar 0,94% deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum
2. Hiddenfjord Fútakletttur 2,36 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum
3. Bakkafrost Norðtoftir 3,24 % deytt fyrstu 90 dagarnar á sjónum
Besta alistøð á sjónum:
1. Hiddenfjord Sørvágur 122,2 effektivitetsindeks
2. Hiddenfjord Vestmanna 120,0 effektivitetsindeks
3. Bakkafrost Kunoyarnes 117,1 effektivitetsindeks
4. Marine Harvest Haldórsvík 115,3 effektivitetsindeks
5. Bakkafrost Kaldbak 114,4 effektivitetsindeks