Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av kakukremi, sum hevur verið at fáa í handlum í Føroyum. Talan er um Fynbo Hindber Kakukrem, sum ávarað verður ímóti. Tann ávísa sendingin, ávarað verður ímóti er kremið, sum er best fyri 17.11.2022. EAN-strikukotan er 5707446120013
Orsøk til ávaringina er, at tey hava funnið bakteriur í nøkrum gløsum av hesum kakukreminum. Heilsfrøðiliga Starvsstovan sigur, at sostatt er tað ikki mannaføði. Heitt verður tí á tey, sum liggja inni við hesum kakukreminum um at koyra tað í skrell, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.