Bjargingarlið hava funnið tann svarta kassan úr tí jemenska flogfarinum, sum datt niður í havið við Komorurnar Tíðindini koma frá teirri fronsku stjórnini, og sostatt fer tað helst at bera til at fáa greiði á, hví flogfarið datt niður, skrivar AFP úr París.
Loftferðslumyndugleikarniur í Jemen hava staðfest, at 153 fólk vóru umborð á flogfarinum. Fyribils er bara ein 14 ára gomul genta funnin á lívi.
Jemenska flogfarið var frá verksmiðjuni Airbus, men tó ikki sama slag sum tað franska flogfarið, sum datt niður í Atlantshavið tann 1. juni. Svarti kassin úr tí flogfarinum er ikki funnin.










