Hevur tú keypt ein pakka við leysum rísi frá Rema 1000, er nokk best at kanna innihaldið serliga gjølliga. Tey hava nevniliga funnið skorðdýr í summum av posunum og tí ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú fólk ímóti ávísum sendingum av hesum rísinum.
Talan er um "REMA 1000 løse ris" í kókiposum og talan er um pakkar, sum eru best fyri 22.04.2021 og 23.05.2021.
EAN nr er 5705830000361
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av tí at skorðdýr eru funnin í nøkrum pakkum, er vøran ikki mannaføði og tí verður mælt til at beina rísið burtur, ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.