Hava funnið petti av plasti í kaku

Nú verður ávarað ímóti einum slagi av kakum, sum eru at fáa

 

Nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum slagi av kaku, sum er at fáa til keyps í Føroyum. Talan er um kakurnar, sum eita »snølfer” og tað eru fleiri sendingar av hesi kakuni, sum ávarað verður ímóti.

Talan er um kakur í pakkum við 30 kakum í, og har nettovektin er 600 gramm. Talan er um kakurnar, sum eru best fyri 17.01, 2021 og 24. 01. 2021.

Talan er eisini um pakkar við 5 kakum í, og har nettovektin er 100 gramm, og sum eru best fyri 31.01.21.
Somuleiðis er talan um kakurnar, sum eita Snølfer White í pakkum við 10 kakum í, og sum viga 200 gramm. Hetta eru tær kakurnar, sum eru best fyri 17.01.2021.

Og enda er talan um Snølfer kakur, sum eru í pakkum við 10 kakum í, og sum viga 200 gramm. Í hesum føri er talan um kakur, sum eru best fyri 10.01.2021 og best fyri 17.01.2021.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til ávaringina er, at petti av plasti eru funnin nøkrum av kakunum, og tí er tað ikki ráðiligt at eta av teimum. Tey, sum liggja inni við onkrum av hesum kakunum, kunnu koyra hana í skrell, ella lata hana aftur í handilin, haðani hon er keypt.