Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av greyti til pinkubørn. Talan er um eitt slag av maisgreyti, sum er ætlaður til pinkubørn frá tí at tey eru fýra mánaðar gomul.
Heilt ítøkiliga er talan um Semper maisgreyt og talan er um fýra ymsar sendingar av hesum greytinum. Talan er nevniliga um sendingarnar, sum eru best fyri 18. mars 2021, 19. mars 2021, 20. mars 2021 og 21. mars 2021.
Greyturin er seldur í ymsum handlum í Føroyum og orsøkin til, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar ímóti greytinum, er, at petti av metalli eru funnin í honum.
Tað ger hann sjálvandi óegnaðan til mannaføði og tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til at tey, sum kanska liggja inni við hesum greytinum, beina hann burtur, ella lata hann aftur í handilin, haðani tey hava keypt hann.