Hava funnið nýggjar dómarar til Talent

Danmarks Radio hevur nú funnið tríggjar nýggjar dómarar til kappingina Talent, sum verður hildin í næstum Peter Aalbæk Jensen, Martin Hall og Julie Steincke sleppa ikki at halda fram sum dómarar í Talent, ið DR sendir.

 

Nýggir dómarar eru nú funnir. Teir eru Hella Joof, sum er sjónleikari og leikstjóri, Jokarin, sum er rappari, og Nikolaj Koppel, sum er tónleikaleiðari í Tivoli.

 

Nýggj røð av Talent verður send í heyst.