Tað er ógvuliga ymiskt, hvat løgreglan leggur hald á av rúsevnum frá ári til ár.
Viðurskiftini eru smá og tí er stórt sveiggj í tølunum frá ári til ár, bæði hvat í nøgdum, og sløgum, viðvíkur.
Men eitt, sum kortini er sermerkt fyri árið í ár, og partvís í fjør, er, at nú hevur løgreglan aftur lagt hald á ávísar mongdir av hørðum rúsevnum, eftir at onki hevur verið at sæð til tey í fleiri ár.
Jón Klein Olsen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, vísir á, at hesi seinastu árini hava løgregla og tollvald ikki lagt hald á heroin yvirhøvur, men higartil í ár hava tey so aftur lagt hald á 10,8 gramm av heroini.
Í fjør varð hald lagt á 2,2 kilo av hassji, men bara higartil í ár hava tey lagt hald á sløk 4,6 kilo av hassji.
Morfin hevur heldur ikki verið at sæð í Føroyum, men í fjør varð aftur hald lagt á morfin, 20 millilitur, og aftur í ár hava tey fingið fatur á 10 tablettir.
Higartil í ár er hald eisini lagt á 20,5 gramm av kokain, og tað er væl meiri enn undanfarin ár.
Jón Klein Olsen sigur, at hetta skal ikki tulkast sum um at tað nú er meiri til av hørðum rúsevnunum í Føroyum, enn tað hevur verið.
- Hetta kann vera eitt úrslit av eftirlitsarbeiðnum hjá løgregluni og tollvaldinum, at vit eru komin fram á hesi evnini, sigur hann.
Meira kann lesast um evnið í VikuskiftisSosialinum, sum er kemur á gøtuna í dag.