Heilsufrøðiliga Starvsstovan boðar í dag frá, at tey hava afturkallað vøruna Samsø Rødkål í 1060 gramm gløsum. Orsøkin er, at glaspetti eru funnin í vøruni.
Vøran, ið nú verður afturkallað heldur sær til 1.10.2018 og talan er um batchnummar 0210151350 og 0210151550. Batchnummarið stendur á lokinum beint við haldførismerkingina.
Reyðkáli er framleitt í Samsø Syltefabrik A/S, og er tað eisini fyritøkan sjálv, ið hevur afturkallað vøruna aftaná, at glasskár er funnið í vøruni.
Heilsufrøðiliga Stravstovan heitir á fólk antin at beina fyri vøruni ella lata hana aftur har hon er keypt.










