Hava funnið ein av teimum seku

Ein maður hevur partvís játtað seg sekan í harðskapsmálinum sunnumorgunin

Løgreglan saknar framvegis vitni, ið kunnu hava sað okkurt seinasta sunnumorgun (17-04-16 uml. kl. 03:50) millum Klubbagarðin og Tinghúsvegin í Havn, tá nakrir manns fóru til hendurs.

 

 

Í morgun skrivaði løgreglan, at ein maður stóð og bíðaði eftir einum hýruvogni við klubbagarðin, tá hann varð álopin av trimum monnum, sligin niður og sparkaður, so at hann misti vitið. Sambært løgregluni hevur maðurin brotið beinið. Nú er tað so broytt til, at nakrir manns fóru til hendurs.

 

 

Løgreglan sigur, at okkurt vitni hevur givið seg til kennar, men framvegis eru nakrir ósvaraðir spurningar, ið løgreglan ynskir lýstar nærri. Við góðari hjálp frá borgarum, er eyðnast løgregluni at finna gerningsmannin, sum hevur partvíst játta seg sekan.

 

 

Løgreglan sóknast altso framvegis eftir fleiri vitnum. Samband fæst við løgregluna á telefon 35 14 48.

 

 

Teir tríggir menninir vóru lýstir soleiðis í morgun.

 

- 1: Uml. 25 ár, stutt, ljóst hár,170-175 cm. høgur, vanliga bygdur
- 2: Uml. 25 ár, myrkt hár, uml. 180 cm. høgur, kanska ílatin svartan jakka
- 3: Ongar upplýsingar.