Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum ávísum slagi av skyri, sum er selt í Føroyum. Talan er um Cheasy Skyr pære/vanilje 500 g, frá frá Arla Foods
Orsøkin er er blámusoppur er funnin í skyrinum og tískil er tað ikki hóskandi mannaføði.
Talan er um skyr, sum er gjørt í Tysklandi á MV006 og tað heldur sær til sætta september. 6
Helsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum hava keypt Skyr av hesi ávísu sendingini, um antin at tveita tað burtur, ella at lata tað inn aftur í handilin, haðani tað er keypt.









