Seinastu tíðina hava tvey tjøld staðið á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Inni í teimum hava fornfrøðingar verið til arbeiðis við kustum, penslum, skeiðum og øðrum tólum og hava grivið fram 20 beinagrindir, skriva danskir miðlar.
Talan er um beinagrindir av monnum, kvinnum og børnum.
- Hetta er ótrúligt. Ein metur undir asfaltinum á ferðslumesta staðnum í Danmark liggja gravirnar við hesum væl vardu beinagrindunum, sigur fornfrøðingurin Jane Jark Jensen við Politiken.
Niko Grünfeld, sum er mentanarborgarstjóri í Keypmannahavn er ovurfegin um tíðindini:
- Vit tosa um 1.000 ára gamlar beinagrindir, sum fornfrøðingarnir meta eru teir fyrstu keypmannahavnararnir. Tað er eitt sera spennandi fund, sum kann læra okkum nógv um keypmannahavnarar og søguna hjá býnum, sigur hann.
Fornfrøðingar vænta, at undir hesum 20 beinagrindunum liggja tvey løg av beinagrindum afturat.