Lærararáðið á Føroya Læraraskúla
Mentamálastýrið Hoyvíksvegi 72 100 Tórshavn
??????????????????????????????????????
Seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað og talað um Føroya Læraraskúla: um leiðsluviðurskifti, og um hvussu tað hjá summum næmingum er at vera lesandi á skúlanum. Lærararáðið á Føroya Læraraskúla kann og vil ikki blanda seg í tað, ið einstaklingar meina og siga alment um viðurskifti á skúlanum ? tað hevur hvør einstakur rætt til. Men í tann mun tað hevur týdning fyri undirvísingina og arbeiðið á Føroya Læraraskúla, verður tað viðgjørt í nevndum og ráðum fyri lærarar og lesandi, har ið tað eigur at verða viðgjørt.
Okkara hægsta umboð, Mentamálastýrið, við aðalstjóranum á odda, trínur fram í fjølmiðlunum við støði í innanhýsis vitan og leggur uppí í einum máli, sum eigur at verða loyst millum partarnar. Tað, ið aðalstjórin vegna Mentamálastýrið ger, er at seta nøkur viðurskifti so einfalt upp, at hjá einum, sum ikki kennir viðurskiftini innanífrá, ber illa til at gjøgnumskoða tey. Framferðarhátturin er ódámligur, tí aðalstjórin ikki virðir vanliga embætismannasiðvenju.
Tað bøtir ikki um, at júst fráfarni landsstýrismaður í mentamálum brúkar sama framferðarhátt.
Vit á Læraraskúlanum undra okkum á og eru hørm um, at Mentamálastýrið, sum skuldi verið okkara fremsti samstarvsfelagi, íblástur og verji, millum manna verður fatað sum mótpartur.
Tann ágangur, sum óbeinleiðis rakar lærarar skúlans, rakar leiðslu skúlans so mikið meinari, og avleiðingarnar av hesum eru við til at skapa vánaligan trivnað og vánaligar arbeiðsumstøður hjá øllum á skúlanum, eisini teimum lesandi. Ákærurnar móti leiðslu skúlans, sum eisini fevnir um lærararáðið sum parti av leiðsluni, hava verið harðar og fara illa við fólki. Vit geva rektaranum okkara fulla stuðul.
Um so er, at onkur formlig viðurskifti ikki eru í lagi, er tað uppgávan hjá umsitingini at fáa hetta í rættlag, er hon uppgávu sína vaksin. Annars hoyra tílík viðurskifti ikki heima í bløðum, men í samstarvi millum arbeiðspláss og fyrisiting.
Vit hava fult álit á rektaranum og vilja fegin hava gott samstarv við okkara fyrisiting. Hesi eru ørindi okkara við hesum skrivi.
Fyri stuttum høvdu rektarin og umboð fyri skúlan fund við Mentamálastýrið við landsstýrismanninum á odda, tann fyrsta í nógv ár. Vit bjóða nýggja landsstýrismanninum í mentamálum, Óla Holm, vælkomnum og bjóða honum saman við hansara embætisfólkum at koma á fund við alt lærararáðið, so vit kunnu finna felags stev aftur.
Lærararáðið
á Føroya Læraraskúla
26. juni 2001
Sigrid Dalsgaard
formaður
Dagbjartur Debes
næstformaður
Mikkjal Mikkelsen
skrivari










