Hava forsovið okkum í 33 ár

- Fiskastovnarnir við Føroyar eru niðurfiskaðir. Veiðutrystið er alt ov høgt. Veiðan er alt ov lág. Fiskurin er ov smáttfallandi. Fiskivinnan gevur undirskot. Skipini, manningarnar, virkini, flakafólkini, ja alt Føroya land manglar inntøkurnar frá fiskivinnuni.

So bersøgin er Atli Gregersen, fiskifrøðingur og stjóri í alifelagnum LUNA.

- Tá fiskimørkini vórðu flutt út á 200 fjórðingar í 1977, gjørdist tað neyðugt at broyta ta hugsanina, sum tá var góð. Frá at fiska meðan fiskur var, og áðrenn ein annar gjørdi tað, til eina nýggja hugsan, sum er at troyta og røkja okkara fiskastovnar soleiðis, at teir geva so nógv av sær sum møguligt hvørt ár, sigur Atli Gregersen.

Hann vísir á, at vit hava vitanina, hvussu vit gera hetta. Tað er at minka veiðutrýstið, og harvið við tíðini, fiska nógv meir.

- Kortini hava vit 33 ár seinni ikki saðlað um. Einaferð má ein løgtingsmeirluti fara at vakna. Tá man hevur forsovið seg í 33 ár, er tað upp á hægstu tíð at taka seg saman, heldur hann.

Atli Gregersen vísir á, at fleiri eru vaknaðir, eitt nú Magni Laksáfoss.

- Teir royna at purra hinar út. Hvat hendir. Jú løgmaður kemur á sjónvarpsskíggjan og skírir sín seriøsa floksfelaga fyri at vera populist. Tað er ein, sum roynir at tekkjast veljarunum her og nú. Vorðið sum sjálvmál av løgmanni, sigur Atli Gregersen, sum heldur, at nú má løgmaður vakna, og heitir á Kaj Leo Johannese um at fara á samgonguskútuni og purra út.

- Koyr so teir, sum møguliga ikki vakna í land, ella far til kai og far so sjálvur í land. Eg heiti á hvønn einstakan tinglim um taka hetta mál í tí álvara, tað hevur uppiborðið. Setið tykkum væl inn í málið. Gerið so tað sum rættast er, ikki tað sum lættast er, er áheitanin frá Atla Gregersen, nú løgtingið endaliga skal gera av fiskidagarnar - og harvið veiðitrýstið.