Hava FM í einkulstarti

Í morgin, leygardagin 31. august, verður kappast um FM-heitið í einkultstarti.

 



Kappingin er fyri unglingar og vaksin, bæði kvinnur og menn.

 

 



Teinurin, ið verður koyrdur er úr Hósvík, til Brúnna við Streymin, gjøgnum Norðskála, og so til Ljósáir. Her verður vent, og so gongur leiðin aftur á mál í Hósvík.

 

 



Unglingar og vaksin koyra sama tein, sum er umleið 35 kilometrar langur.

 

 



Kappingin byrjar kl. 17, tá fyrsti súkklarin fer avstað. Ein minuttur er millum hvønn súkklara.