Hava flutt 50 starvsfólk

Eftir at asbest er funnið í samband við umvælingina av gamla Bank Nordik bygninginum, hevur Tórshavnar kommuna flutt teknisku deild í annan bygning.

Eftir at asbest er funnið í samband við umvælingina av gamla Bank Nordik bygninginum, hevur Tórshavnar kommuna flutt teknisku deild í annan bygning. Fyribils skulu tey 50 starvsfólkini halda til í Müllers Pakkhús.


Tað upplýsti Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, fyri Kringvarpið fyrr í dag.


Tekniski stjórin upplýsti, at tá tey fingu boðini um, at asbest var funnið í bygninginum, tóku tey eina skjóta avgerð og valdu at verja starvsfólkini við at flyta tey í ein annan bygning.


Kringvarpið upplýsir, at tað var tá nýggjar trappur skuldu gerast millum hæddirnar, at asbest kom undan kavi.


Tað var í 2013, at Tórshavnar kommunu keypti fleiri ognir hjá Bank Nordik, harímillum gamla bankabygningin, fyri tilsamans 91 milliónir krónur.