Fiskivinna
Ísfiskatrolararnir Vestmenningur og Fram eru fyrrverandi dalstrolararnir, Hádegisklettur og Stígarklettur, sum eru smíðaðir á Tórshavnar Skipasmiðju.
Skipini vórðu í síni tíð seld til Ný Sælands, haðani tey vórðu keypt aftur til Føroya.
Bæði skipini eru longd á Tórshavnar Skipasmiðju við 7,5 metrum sum ger, at tey taka meira. Hetta kemur ikki minst til góðar á gulllaksaveiðini í vertíðini.
Hava fiska væl
Reiðarin, Tummas Christophersen, letur rímiliga væl at gongdini higartil í ár.
- Skipini hava fiskað fyri einar 33 miljónir krónur. Heldur gongdin fram, kemur samlaða veiðivirðið at tátta í besta árinum, vit hava havt.
Hann sigur, at besta árið hjá Vestmenningi og Fram er 37 miljónir krónur.
- Nú vita vit sjálvandi ikki, hvussu verður tað, ið eftir er av hesum árinum. Seinastu tveir túrarnir hava gingið so óføra væl, men vit kunnu ikki vænta, at hetta verður gongdin til ársenda.
Tummas væntar tó, at samlaða veiðivirðið fer at tátta í besta árinum, tá vit nærkast ársskiftinum.
Alt ger mun
- Tað hevur verið tungt at rikið ísfiskavinnu við troli í ár, nú oljuprísurin hevur verið so ómetaliga høgur. Nú er hann lækkaður nakað, og tað ger sjálvandi mun, men vit mugu ikki gloyma, at oljan framvegis er dýr.
Reiðarin sigur, at raksturin av Vestmenningi og Fram hongur saman við teimum 33 miljónum krónunum.
- Tað hevur gingið væl at fiska, og hetta er orsøkin til, at úrslitið er so frægt, sum tað er, sigur reiðarin.
Tummas Christophersen eigur meginpartin - ella 90% - av Vestmenningi og Fram. Seinastu 10% eigur JFK-Trol í Klaksvík.
Enn liggja ísfiskatrolararnir Nornagestur og Kolumbus í Vestmanna, og reiðarin sigur, at teir verða ikki loystir sum er.
- Oljuprísurin er framvegis ov høgur, og ivasamt er, hvussu tað hevði gingist at mannað skipini aftur, sigur hann.