Hava fingið rættað mannin

Ætlanir skúlastjórans sampakka sera væl við okkara hugsanir um skúlaskapin í Klaksvík, sigur Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar kommunu.

Mánadagin 23. februar 2015 var fyrsti, fyrireikandi fundurin millum kommununa, Mentamálaráðið og nýsetta skúlastjóran fyri samanlagda skúlan í Klaksvík, Vagn Foldbo, sum hevur sín  fyrsta starvsdag 1. mars 2015, og eftir øllum at døma hevur talan verið um ein góðan fund.


- Eg eri sera glaður fyri hendan fyrsta fundin, sum var eyðkendur av tí góða samstarvi sum er millum kommununa, Mentamálaráðið og skúlan. Ætlanir skúlastjórans sampakka sera væl við okkara hugsanir um skúlaskapin í Klaksvík, og vón mín er, at vit í felag skulu megna at skapa ein sera góðan fólkaskúla her í kommununi, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini børn og ung í Klaksvíkar kommunu, Jóhann Lützen.

Umframt Vagn Foldbo, skúlastjóra, luttók Jenny  Lydersen, undirvísingarleiðari í Mentamálaráðnum, á fundinum, sum var í býráðshúsinum, har Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, tók ímóti saman við umboðum fyri umsitingina.

Á fundinum høvdu partarnir eina innleiðandi umrøðu av nøkrum av teimum aktuellu málunum í sambandi við skúlan, sum ikki eru so fá, nú skúlin er í einari broytingartíð, bæði tá ið tað snýr seg um bygnað og um bygningar.

Í sambandi við víðari tilgongdina, nú nýggi skúlastjórin byrjar í starvinum, varð umrøtt, hvussu samstarvið millum kommunu, aðalráð og skúla, yvirskipað sæð, best verður lagt tilrættis, og  hvønn leiklut kommunan kann og skal hava.

- Vón og ynski okkara er at geva Vagn Foldbo best møguligar fortreytir fyri at røkja starvið sum skúlastjóri fyri hendan stóra, samanlagda skúlan, og har er samstarv eitt av lyklaorðunum, sigur Jóhann Lützen.