##med2##
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Fólk mótmæla, at kirkjan verður bygd á økinum við Sandá, tí tey halda, at bygging har fer at misprýða økið.
Kirkjuráði hevur fingið at kalla øll neyðug loyvi at fara undir byggingina – men trýst hevur verið lagt á býráðið um at taka byggiloyvið aftur. Eitt nú við undirskriftainnsavning og mótmælisfundi á Vaglinum í Havn.
Heðin Mortensen sigur, at tað er ikki Tórshavnar kommuna, sum eigur verkætlanina, men kirkjuráðið á Argjum.
Hoyrið samrøðu við Heðin Mortensen, sum Árni Gregersen hevði í tíðindunum á FM1 á middegi í dag, við at trýsta á pílin undir myndini.
##med3##