Hava fingið nýggjan fulltrúa

Hon byrjar í starvinum 1. oktobur

Í summar søkti Føroya Stiftsstjórn eftir fulltrúa, nú Andrias Ziska legði frá sær vegna aldur, eftir at hava røkt starvið síðani kirkjan var yvirtikin, ella í 14 ár. Jógvan Fríðrikson, biskupur sigur í tíðindaskrivi, áhugin fyri starvinum var stórur, tí tey fingu 18 umsøkjarar. 

Og nú er gjørt av at seta Katrin Joensen í starvi og hon tekur við tann 1. oktobur. Katrin hevur Cand. mag.utbúgving, umframt ein yvirbygning, í løgfrøði, og hon hevur verið fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum í nógv ár

 

Í stiftsstjórnini eru biskupur, ið er fastur formaður og so velja landsstýrið og limirnir í kirkjuráðunum hvør sín lim afturat. Umframt Jógvan Fríðrikson, er tað Jógvan Ravnsfjall fyri kirkjuráðslimirnar, og Durita Tausen, fyri Landsstýrið, sum sita í stiftsstjórnini.

 

Stiftsstjórnin umsitur Kirkjugrunnin og hon umsitur eisini lønir til prestarnar, lønirnar til starvfólkini á stiftsumsitingini og peningin til at halda prestagarðarnar og bispagarðin, fyri.

 

Stiftsstjórnin umsitur eisini landskirkjuskattin, umframt at hon hevur eftirlit við próstadømisráðnum og kirkjuráðunum. Sostatt er stiftsstjórnin ovasti myndugleikin fyri virkseminum hjá Fólkakirkjuni, men ikki í sambandi við læruna og innihaldið í kirkjuni, tí har er biskupur evsti myndugleikin.