Oljuvernd
?Nú útgerðin er komin, verður tað eisini neyðugt at fáa eina fasta skipan fyri, hvussu hon skal brúkast. Og tann skipanin skal verða klár tann dagin, brúk verður fyri útgerðini.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum leygardagin , hevur Bjargingarfelagið í Suðuroyar norðaru helvt í Suðuroynni gingið útgerð til at basa oljudálking á sjónum við.
Pauli Einarsson á Tvøroyri, sum hevur verið ein av undangongumonnunum at fáa útgerðina til landið, sigur, at nú vónar hann at tað eisini ber til at fáa eitt skilagott samstarv, so at útgerðin kemur til so stóra nyttu sum gjørligt.
? Vit skulu hava eina tilbúgving undir øllum umstøðum. Nú hava vit hesa útgerðina, so er tað óneyðugt hjá øðrum feløgum at útvega sær sama slag útgerð. Tey kunnu heldur leggja á onkran annan bógv, tí at hava fleiri av hvørjum verður ov dýrt.
Pauli Einarsson sigur, at sjálvsagt stendur útgerðin, sum tey nú hava keypt í Suðuroyar norðaru helvt øllum feløgunum til taks.
? Men skulu vit gera eina landstilbúgving, krevur tað eitt størri tiltak. So mugu fastar skipanir gerast um, hvør skal arbeiða við útgerðini. Eitt nú skal fólk lærast at brúka útgerðina og onkur skal røkja og halda hana.
? Tað ber ikki til at dúvva upp á sjálvbodna arbeiðskraft í tí týdningi, at alt arbeiðið skal vera ókeypis. Tá ið brúk er fyri útgerðini, kann tað verða í fleiri dagar og tað ber ikki til hjá fólki at leggja arbeiðið niður í fleiri dagar fyri at taka eitt sjálvboðið upp fyri einki.
?Og hesar skipanir skulu helst vera greiðar, tann dagin, brúk er fyri útgerðini, sigur Pauli Einarsson.
Hann sigur, at eitt nú vónar hann, at Bjargingarfelagið í Suðuroyar norðaru helvt kann verða eitt slag av entreprenøri hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni, so at Vaktar- og Bjargingartænastan keypir tænastuna frá bjargingarfelagnum.
? Ein máti kundi verið, at vit fingu eitt samstarv við Vaktar- og Bjargingartænastuna um, at bjargingarfelagið lærdi fólk at brúka útgerðina og at hesi fólkini so altíð vóru til reiðar, um okkurt skuldi blivið áfatt.
? Hendir eitt óhapp, ber tað ikki til bara at senda útgerðina avstað, tí onkur má vera við, sum dugir at brúka hana, sigur Pauli Einarsson