Hava fingið nýggjan skúlastjóra á Tvøroyri

Hann tekur við starvinum í dag

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av at seta Jón Johannesen í starvið sum skúlastjóri á Tvøroyri - og hann tekur við starvinum í dag.

Jón Johannesen er 51 ára gamal og tók læraraprógv í 1998 á Fredriksberg Seminarium við linjugreinunum støddfrøði og ítrótti. Frá 1998 til 2002 var hann lærari í Søndervangskolen í Glostrup, og frá 2002 til 2016 var hann lærari á Tvøroyri. Hesi seinastu trý árii hevur hann verið varaskúlastjóri á Tvøroyri.

Jón Johannesen hevur eisini UEFA-A-lisens venjaraútbúgving, har ein partur var leiðsla umframt ymisk skeið í lærarafakinum.