Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett Honnu Jensen í starvið sum rektari í Miðnám á Kambsdali.
Hanna Jensen er 47 ára gomul og hevur lisið franskt á Universitetinum í Keypmannahavn og føroyskt á Fróðskaparsetrinum. Hon er eisini væl áleiðis við MA útbúgving í vegleiðing, umframt við at taka onnur viðkomandi skeið.
Hanna Jensen hevur drúgvar royndir bæði sum undirvísari og vegleiðari á miðnámsøkinum. Hon hevur eisini royndir sum franskur konsul í Føroyum. Hanna Jensen hevur verið virkin í politikki í nógv ár sum løgtingskvinna og landsstýriskvinna umframt sum býráðslimur í Eysturkommunu.
Hanna Jensen byrjar í starvinum 1. mars 2021.