Hava fingið innaru og ytru mørk

Síðani Føroyar fóru upp í Schengen-samstarvið, skulu føroyingar ikki longur vísa pass, tá vit ferðast innan Schengen-økið. Men kemur tú úr einum landi, sum ikki er við í samstarvinum, skal tú gjøgnum gjølligt eftirlit

 

Føroyar eru nú innanfyri múrin, Evropa hevur gjørt kring seg við Shengen-samstarvinum. Løgtingið samtykti 21. mars, at vit skuldu fara upp í samstarvið saman við Danmark 25. mars.

Hetta samstarv inniber millum annað, at tað er vorðið lættari at ferðast millum londini, sum eru við í samstarvinum.

Men samstundis er Schengen ein múrur um Evropa. Fólk, sum koma úr londum, ið ikki eru við í evropeiska Schengen-samstarvinum, skulu gjøgnum eitt gjølligt eftirlit, áðrenn tey sleppa inn um múrin. Men tá tey eru komin inn um, kunnu tey afturfyri ferðast frítt.


Brotsmannasavn

Atlantsflog flýgur í løtuni regluliga millum Aberdeen í Skotlandi og Vágar. Frá 16. juni fer Atlantsflog eisini at flúgva regluliga millum London og Vágar.

Bretland er ikki við í Schengen-pass samstarvinum. Tí skulu ferðafólk, sum koma til Føroya við hesum flogrutum, gjøgnum gjølliga passeftirlitið, sum krevst fyri at koma inn um Schengen-múrin.

Á flogvøllinum er sett upp eit telduskipan, sum hevur samband við ein felags Schengen-dátugrunn, ið kallast Schengen Information System. Hesin dátugrunnur er eitt slag av brotsmannasavni, har løreglan sær, um passið er stolið, ella um tann ferðandi er útvístur ella eftirlýstur í Schengen-økinum. Hetta kannar løgreglan við at trýsta inn passnummarið hjá tí ferðandi.

Vísir tað seg, at tann ferðandi er útvístur úr einum av Schengen-londunum, sleppur hann ikki víðari. Hann verður vendur í durunum og sendur av aftur landinum, sjálvt um hann ikki er útvístur úr Føroyum. Er persónurin útvístur úr einum Schengen-landi, er hann útvístur úr øllum ? eisini Føroyum.

Tí eigur til dømis eisini Paul Watson at verða útvístur úr øðrum Schengen-londum, tí hann er útvístur úr Føroyum.


Eingi mørk til Evropa

Tá vit hava ferðast úr Føroyum til londini á evropeiska meginlandinum, hevur verið neyðugt at vísa pass fyri at sleppa inn í londini. Hetta er ikki longur neyðugt.

Skalt tú sum føroyingur ein túr til Fraklands at ferðast í summar, er ikki neyðugt at vísa pass á ferðini. Føroyar eru við í Schengen og Frakland er við í Schengen. Tí ber til at flúga til Danmakar og síðani koyra víðari gjøgnum Schengen-londini oman til Fraklands ella flúgva beinleiðis úr Keypmannahavn uttan nakrantíð at taka passið fram. Tú ert innan fyri Schengen-múrin og kann tí ferðast frítt.

Men skalt tú ein túr suður til Turkalands ella møguliga til Ísrael, ferðast tú út úr Schengen-økinum og skal vísa pass bæði fyri at sleppa út og fyri at sleppa inn aftur.

Vit skulu sostatt ikki vísa pass, tá vit ferðast um innaru mørkini í Schengen, men vit skulu vísa pass, bæði tá vit fara út um Schengen-múrin, og tá vit koma inn aftur.

Løgreglan ræðir tó øllum til at hava passið við í skjáttuni, tá vit fara at ferðast. Vit skulu nevniliga kunna prógva samleika okkara, verða vit biðin um tað.


Fakta:

<sum> Skalt tú ferðast úr einum Schengen-landi í eitt annað, skalt tú ikki vísa pass. Tú skalt bert vísa pass, tá tú ferðast inn og út úr Schengen-økinum


<sum> Londini í Schengen-samstarvinum eru Ísland, Føroyar, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Týskland, Eysturríki, Belgia, Niðurlond, Luksemburg, Frakland, Spania, Portugal, Italia og Grikkaland


<sum> Schengen-samstarvið ávirkar ikki mannagongdina, tá vit ferðast til Norðurlond, sum hava verið við í norðurlendsku passsamgonguni. Øll hini norðurlondini eru, eins og Føroyar, farin við í Schengen-samstarvið