Kanningin av drápinum á 16 ára gomlu Sigrid Giskegjerde Schjetne er millum størstu drápsmál, sum løgreglan í Oslo hevur havt.
Oslo politiið váttar fyri norskum bløðum, at teir hava funnið blóð í einum húsvogni, og at blóðið stavar frá 16 ára gomlu gentuni. Húsvognurin hevur staðið í húsunum á myndini.
Tað er tann 37 ára gamli skuldsetti maðurin í málinum, sum hevur havt húsvognin um hendi, og politiið heldur, at Sigrid Giskegjerde Schjetne einaferð í tíðarbilinum millum 5. august, tá hon hvarv í Østensjø, og 3. september, tá hon varð funnin dripin í Kolbotn.
- Vit kunnu vátta, at vit hava funnið blóð frá Sigrid í húsvogninum. Talan er um eitt ógvuliga týdningarmikið spor, sum hevur stóra ávirkan á kanningararbeiðið, sigur politiadvokaturin, Cecilie Gulnes við norska Dagbladet.
Hóast hetta týdningarmikla sporið, hevur politiið framvegis eina rúgvu av ósvaraðum spurningum í málinum. Tey vita framvegis ikki nær, hvussu og hvar Sigrid bleiv dripin. 16 ára gamla gentan hevði verið deyð eina tíð, tá hon var funnin, men rættarmedisinararnir hava ikki enn verið førir fyri at funnið deyðsorsøkina. Heldur ikki er eitt drápsvápn komið fyri ein dag.
- Vit kenna ikki deyðsorsøkina, men vóna at fáa greiði á henni. Tað ber ikki til at siga, at hon er deyð av at verða ákoyrd, men vit kunnu heldur ikki útiloka, at hon er blivin pasifiserað við at verða ákoyrd, áðrenn hon varð flutt burtur frá Østensjø, sigur Cecilie Gulnes.
- Hetta er ein av heilt stóru sakunum hjá okkum. Vit hava fingið fleiri tips enn í 22. juli málinum, og sporroyndirnar nærka seg talinum undir kanningararbeiðinum av NOKAS ráninum í 2004. Tað hevur verið ógvuliga tíðarkrevjandi at kanna allar bústaðirnar, sum skuldsetti er knýttur at, og tað eru ógvuliga nógvir lutir at kanna. Vit vóna at fáa fleiri svar upp á teknisku sporini eftir nýggjár, og ætlanin er, at kanningararbeiðið skal verða liðugt komandi summar, sigur Cecilie Gulnes.
Báðir teir skuldsettu menninir í málinum, ein 37 ára gamal og ein 64 ára gamal, nokta seg sekar. Tann 37 ára gamli er tvangsinnlagdur á Dikemark sjúkrahúsið til sálarliga eygleiðing, meðan hin 64 ára gamli er leyslatin úr varðhaldsfongsling, skrivar norska Dagbladet.










