Hava fingið eina púra nýggja nevnd

Ein 75 ára gomul nevnd hevur nú fingið nýggja nevnd - og landsstýrismaðurin skifti alla nevndina út

Øll nevndin er spildur nýggj, nú Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevur valt nýggja nevnd í Mentanargrunnin. Nevndin hevði sín fyrsta fund í morgun, og har vísti landsstýrismaðurin á, at hetta er eitt serligt á fyri grunnin, tí hann fyllir 75 ár í ár.

Tað eru fimm limir í nevndini og hvør limur hevur ein varalim. Landsstýrismaðurin velur tríggjar limir sjálvur, og tveir limir verða valdir eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya. Treytin fyri nevndarsamansetingini er, at hon skal hava fjølbroytta, samfelagsliga og mentanarliga umboðan.

Teir nýggju limirnir og varalimirnir, sum Jenis av Rana, hevur valt í nevndina, eru:

Poul Guttesen, sum eisini er formaður. Varalimur fyri hann er Nils Ohrt.

Erland Tvørfoss, sum er næstformaður og varalimur fyri hann er Dávur Winther.

Hedvig Westerlund-Kapnas og varalimur fyri hann er Rønn Eliasen.

Nýggir limir, og varalimir, sum eru vald eftir tilmæli frá Listafólkasambandinum, LISA:

Hansina Iversen og varalimur fyri hana er Gunnvá Zachariasen.

Hans Pauli Tórgarð og varalimur fyri hann er Bárður Persson.

##med2##

Á myndini eru frá vinstru: Rønn Eliasen, Hedvig Westerlund-Kapnas, Erland Tvørfoss, næstformaður, Gunnvá Zachariasen, Jenis av Rana, landsstýrismaður, Poul Guttesen, formaður, Dávur Winther, Bárður Persson, Hansina Iversen og Hans Pauli Tórgarð.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at annars Uppgávan hjá Mentanargrunninum enn tann sama, sum hon var, tá hann var stovnaður fyri 75 árum síðani, og tað er at styðja upp undir føroyskt mál, bókmentir, list, vísindini og onnur mentanarmál – bæði hjá leikum og lærdum.

Fyri at røkka hesum endamáli, umsitur grunnurin meginpartin av almenna stuðlinum, sum verður veittur til mentan og list, umframt íverksetarastuðulin og starvslønirnar.

Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.