Hava fingið 25.000 krónur

Starvsmannafelagið fær dyggan stuðul

Yrkisfelagið hjá studentaskúla- og HF-lærarum kring landið hevur samtykt á stýrisfundi at játta Starvsmannafelagnum 25.000 krónur í stuðli í samband við verkfallið.

Felagið sigur í skrivi til Starvsmannafelagið, at hetta er stuðul, veittur Starvsmannafelagnum í striðnum fyri bøttum korum á almennu arbeiðsplássunum. Við skrivinum er kekkur áljóðandi 25.000 krónur.

Studentaskúla- og HF-lærararnir boða eisini frá, at teir eru fúsir at hava blokaduvaktir tøkar at hjálpa til úti á Argjum onkra nátt í vikuni.