Hava fingið 202 vinir upp á ein mánað

Nú er ein mánaður síðani, at stig vórðu tikin til at stovna bólkin »Býarsavnsvinir«, sum hava til endamáls at savna pening inn til at stuðla Býarsavninum hjá Birgari Johannesen við at gjalda fyri húsaleigu.

 

Tað var Jan Christiansen, sum tók stig til at stovna bólkin, og seinast hann hugdi, høvdu 202 limir goldið tilsamans 24.230 krónur.

 

– Vit settu okkum sum mál at fáa 1.000 býarsavnsvinir. Eg veit ikki, um tað málið er realistiskt, men fyrsta mánaðin hava vit so nátt at fáa yvir 200 limir, og tað er ikki so galið, heldur Jan Christiansen.

 

Tað kostar 120 krónur um árið – ella 10 krónur um mánaðin – at vera limur í bólkinum, og so hevur tú fría atgongd at vitja savnið.

 

– Kanska er málið at fáa 1.000 býarsavnsvinir als ikki av leið, heldur Jan Christiansen.

 

Hann sigur, at Tórshavnar kommuna hevur lovað at hjálpt Birgari Johannesen fíggjarliga, men at seinast hann tosaði við Birgar, hevði hann einki frætt frá kommununi.