- Vit hava tøk grundstykkir til sølu, bæði í Hvannasundi og í Norðdepli, siga tey í Hvannasunds kommunu, sum gera vart við, at møguleiki soleiðis er at byggja sær sethús í báðum teimum størru bygdunum í kommununi.
Víst verður á, at í Hvannasundi er øki tøkt við plássi fyri trimum grundstykkjum undir Rókini, tey rópa. Hetta er við blindveg við góðum útsýni, bæði norður og suður eftir sundinum.
- Í Norðdepli eru tvey grundstykkir tøk niðan fyri vegin á Kópagørðum. Hetta er eisini við blindveg, ið liggur tætt við handil, dagstovn og skúla og tætt við fjøruna norðan fyri byrgingina í Norðdepli.
Lagt verður aftrat, at kostnaðurin fyri grundstykki í Hvannasundi er 62 krónur fyri fermeturin - og í Norðdepli er kostnaðurin 50 krónur fyri fermeturin.
Um heimasíðuna - hvannasund.fo - sæst neyvari, hvar tøku grundstykkini í Hvannasundi og Norðdepli liggja.