Hava familjudagar við Leynavatn

Bæði í morgin og sunnudagin verður skipað fyri familju- og hundadøgum við Leynavatn.

Tað er felagið Føroya Civila Hundaførarafelag, sum aftur í ár hevur ymisk tiltøk við Leynavatn, sum eru ætlað børnum og vaksnum.

 

Ókeypis hundavenjing, framsýning av blandingshundum, ponyríðing, skattajakt, sigling við modellbátum og fiskibrunnur verður nakað av tí, sum er á skránni.

 

Tað er ókeypis at sleppa inn á økið, har tiltøkini eru. Økið er opið frá klokkan 14.00 til 18.00 báðar dagarnar.